Kollafjørð Pelagic og Taabbel Fiskeeksport í tætt samstarv

Kollaførð Pelagic og Taabbel Fiskeeksport í Skagen fara í morgin fyrrapart at undirskriva samstarvssáttmála um munadygt, norðurlendskt sildasamstarv, sum røkkur frá bryggjukantinum í Norðuratlantshavi heilt niður á evropeiska marknaðin Sáttmálin fer at økja virksemið hjá báðum fyritøkum munandi.

Avtalan fevnir í fyrstu atløgu um fryst sildafløk á evropeiska marknaðin. Harumframt verður eisini talan um at góðska sildina á annan hátt.
 
Kollafjørð Pelagic, sum higartil hevur fryst heila, runda sild, roynir við samstarvinum at styrkja felagið og at fáa fleiri sildaskip at landa til virkið.
 
Felagið valdi at samstarva við Taabbel Fiskeeksport, tí virkið í Skagen hevur  drúgvar royndir í at skera flak og eitt munagott sølunet um alt Evropa.
 
Kollafjørð Pelagic kann frysta 400 tons um samdøgrið, og samstarvið við Taabbel Fiskeeksport ber við sær, at virkið í Kollafirði verður ført fyri at skera og frysta 270 tons av norðhavssild um samdøgrið í eitt longri tíðarskeið. Harvið fæst sum mest burtur úr sildini til matna.
 
Starvsfólk hjá Taabbel Fiskeeksport hava havt ábyrgdina av at seta upp flakamaskinur á føroyska virkinum.