Kolbeinagjógv fer ongan veg

- Kolbeinagjógv hevur altíð verið ein lítil bygd. Hóast hon liggur fyri seg, er henni kortini lív lagað, sigur Meinhard Jacobsen í Kolbeinagjógv. Hann er 1 av 41 íbúgvum í bygdini, sum liggur 70 kilometrar úr høvuðsstaðnum, men hagar skjótt slepst um nøkur ár, tá Skálafjarðartunnilin gerst veruleiki.

Kolbeinagjógv: Tað er tíðliga á morgni tíðliga í hesum mánaðinum. Kuldi er í luftini og nakað av vindi.

Leiðin liggur framvið Strondum og eftir longsta vegnum í landinum, Selatraðarvegnum við sínum sløkum 900 húsanumrum. Hesaferð skulu vit ikki so langt norður.

Tveir kilometrar frá Strondum liggur tann næsta bygdin við navninum, sum so stórur ivi er um hvussu hon stavast rætt.

Mong ymisk uppskot eru um hetta. Onkur kallar bygdina Kolbanagjógv og onkur annar Kolbanargjógv.

Bygdarfólkið sjálvt man kortini ikki vera í iva: Heimbygd teirra eitur í øllum førum Kolbeinagjógv!

Hetta sama staðfesti eisini tann serstaka nevndin, sum varð sett at endurskoða føroysku bygdanøvnini.

Nevndin vísti á, at ógreitt er, hvør er upprunin til bygdarnavnið Kolbeinagjógv, men at hesin formurin hevur verið í brúki leingi og hevur vunnið sær vissa hevd við at byggja á sniðið Kolbeina og ikki Kolbana.

- Vit eru sum ein býlingur á Strondum, sum Meinhard Jacobsen úr Kolbeinagjógv, sum bygdi sær egin hús í bygdini fyri 17 árum síðani.


Frá gerði til bygd

Tað eru uttan iva tey, sum seta spurnartekin við, hví í víðu verð at fólk í síni tíð settu seg niður á einum so fjarskotnum staði.

Kolbeinagjógv telist millum tær yngru niðursetubygdirnar í landinum, og kom líkasum ikki upp í part, fyrrenn fyrsti maður búsetti seg niður her fyri 75 árum síðani.

Hetta var Rasmus Jacobsen, sum í 1933 setti seg niður á hesum staði, við tí fyri eyga at fáa eitt gerði til at fóðra kúnna við. Neyvan mundi hann dugað at ímynda sær, at hetta eina gerðið fór at gerast til eina heila bygd.

Til tess at vísa á hetta týdningarmikla stigið, er minnisvarði reistur, eins og høvuðsgøtan í bygdini er uppkallað eftir hesum manni - Rasmusargøta. Eitt annað serstakt við Kolbeinagjógv er, at tey flestu í bygdini bera eisini eftirnavn hansara, Jacobsen.

Eftir Rasmusi fylgdu onnur, soleiðis at bygdin í dag hevur eitt íbúgvaratal uppá 40 fólk - ella rættari 41: Dagin fyri, sum Sosialurin vitjaði Kolbeinagjógv var eitt dreingjabarn úr bygdini borið í heim!

Her eru í øllum førum eingi tekin um, at bygdin stendur í minking.


Millum 32 og 40

At bygdin fekk ein nýggjan borgara aftrat henda týsdagin 4. mars, staðfestir bert at hesi bygdini er og verður lív lagað.

Hetta sama prógva hagtølini um broytingar í fólkatalinum, sum Hagstovan hevur gjørt.

Sambært hesum tølum sæst, at tey seinastu 23 árini hevur fólkatalið okkurt árið ligið uppi á 40, tá tað var hægst og niðri á 32, tá tað var lægst.

Í 1985 og í 1986 búðu 40 fólk í Kolbeinagjógv, men síðani byrjaði talið at minka, um somu tíð sum búskaparliga kreppan var um alt landið og nógv fólk fluttu aðrar staðir at búgva.

Tosað verður um, hvussu stórt tal av føroyingum fluttu uttanlands at búgva, men fyri fólkið í Kolbeinagjógv mundi tað kennast hugstoytt at staðfesta ta stóru prosentvísu fráflytingina úr bygdini í 90'árunum.


Sama tal

Í 1999 og í 2000 búðu bert 32 fólk í bygdini, og roknað í prosentum var her talan um eina rættiliga stóra minking uppá heili 20 prosent í mun til 13 ár frammanundan.

Síðani tá er fólkatalið so líðandi vaksið ár undan ári til tey 41, sum tey øktust til 4. mars í ár.

Hagtølini frá Hagstovuni vísa, at fólkatalið alt árið í fjør lá støðugt uppi á 41 og er tað enn. Sambært tølunum flutti ein íbúgvi úr bygdini og úr Føroyum í januar mánaði í ár, men tann nýggi borgarin í Kolbeinagjógv gjørdi sítt til, at fólkatalið framvegis liggur á 41 í teimum 11 sethúsunum í bygdini.

At enda vísa hagtølini, at tað altíð hava verið fleiri mannfólk enn konufólk í bygdini í 21. øld. Í 2001 var talið javnt stórt, 17-17, men í 2004 vóru 23 mannfólk og 17 konufólk í bygdini.

Seinastu hagtølini frá 2007 um býti millum kynini vísti, at tá vóru 20 mannfólk í Kolbeinagjógv og 19 konufólk.


Siðbundin

Eingin bygd livir kortini bert uppá tøl og hagtøl. Trivnaður og arbeiðspláss eiga eisini at vera á einum slíkum staði.

Tá talan er um arbeiðspláss í Kolbeinagjógv, so finst einki slíkt her, men fólk arbeiðir aðrastaðni í rættiliga siðbundnum arbeiðum, millum annað í høvuðsbygdini í kommununi, Strondum.

Teir flestu menninir sigla úti ella fáast við útróður, meðan konufólkið fyri tað mesta arbeiðir í fiski ella í barnagarði.

Hóast ein fremmandur helst hevur ilt við at fáa eyga á nakran trivnað í Kolbeinagjógv, so verður roynt at skipa fyri ymiskum tiltøkum fyri bygdarfólkið gjøgnum árið, millum annað á nýggjárinum.

Annars er støðan hon, sum áður nevnt, at tey flestu sum búgva her, hava eitthvørt tilknýti til bygdina - í øllum førum annar parturin.


Livandi

Meinhard Jacobsen er føddur og uppvaksin her í Kolbeinagjógv, og er fegin um tað.

Hann er sannførdur um, at hóast bygdin er sárbær við so lítlum fólkatalið, skal nógv til at hon fer at doyggja út.

Kolbeinagjógv er jú partur av Sjóvar kommunu, og hóast tveir kilometrar eru í vegalongd yvir hagar, so er gongdin hon, at tað gerst tættari og tættari millum tær, so hvørt sum útstykkingar verða gjørdar á Strondum - og vónandi eisini í heimbygd hansara.

- Eg vænti, at tá tann næsta stóra útstykkingin verða framd um Hálsin á Strondum, tá er ein komin allan vegin yvirum higar. Tá fara vit helst at kunna síggja húsini higani frá, staðfestir hann.


Menningarætlan

Meinhard situr sjálvur í bygdaráðnum á Strondum, og er í roynd og veru einasta umboðið fyri tær tríggjar bygdirnar á vestursíðuni - Kolbeinagjógv, Morskranes og Selatrað.

Hansara hægsta ynski er, at øll kommunan, og eisini hesar bygdirnar skulu mennast í framtíðini og at fólk skulu fáa umstøður at seta búgv her.

Sjóvar kommuna hevur gjørt eina umfatandi menningarætlan fyri alt økið, og her eru eisini ymiskar ætlanir fyri Kolbeinagjógv. Hetta frøist Meinhard eisini um, nú ætlanir er um at gera ein tunnil millum Skálafjørðin og Havnina.

- Mær dámar sera væl her í Kolbeinagjógv. Ein trívist jú altíð best, har sum rótin rann, sigur hann. 


Í einum seinni blaði fara vit at hava eina longri samrøðu við Meinhard um heimbygdina og framtíðarmøguleikar hennara.