Kolandi stormur á Norðradalsskarði

Líka av Viðareiði suður á Porkerisháls leikar hann í og serliga í hvirlunum stendur nógv á.

Líka av Viðareiði suður á Porkerisháls leikar hann í og serliga í hvirlunum stendur nógv á.

 

Harðast leikar hann í um Norðradalsskarð. Har sigur vindmátarin hjá Landsverki, at tað er kolandi stormur og upp í 40 m/s í hvirlunum.

 

Í Suðuroynni er eisini nógvur vindur, tí bæði á Ørðaskarði og Porkerishálsi er stormur og upp í 38 m/s í hvirlunum, sigur Landsverk, meðan tað í Hvalba er hvassur vindur og upp í 26 m/s í hvirlunum.

 

Í Mykinesi, á Sandavághálsi, á Gøtueiði, á Heltnini á Oyndarfjarðarvegnum, á Velbastaðshálsi og í Brekkuni Stóru á Sandoynni er skrið og upp í 29 m/s.

 

Á Gjáarskarði, á Kambsdali og á Høgareyni er hvassur vindur og upp í 37 m/s í hvirlunum.

 

Landsverk ávarar eisini um harðar hvirlur á Viðareiðisvegnum, í Streymnesi, í Syðradali og í Klaksvík.

 

Løgreglan hevði tó onga skaðafráboðan fingið, tá in.fo tosaði við vakthavandi fyri løtu síðani.