Kola narkomanar leita sær hjálp

Koladrekkarar leita upp hypnotisærar, viðgerðar og akupunktørar fyri at fáa hjálp at stilla brúna sodavatnið. Fleiri alternativir viðgerðar, sum JydskeVestkysten hevur tosað við, greiða frá, at teir dagliga fáa vitjan av brúkarum, sum leita sær hjálp fyri at sleppa úr einum desideraðum kola-misbrúki upp á fleiri litrar av kola hvønn dag.

 

Á avvenjingarstovuni Holdnuop, sum fyrst og fremst hjálpir fólki av við tubbakið, koma tað sambært eigaranum Christina Nielsen, hvørja viku fleiri brúkarar, sum siga seg verða bundnar av kola.

 

- Teir kunnu ikki lata vera. Kroppurin skríggjar eftir tí, sigur hon.

 

Kendi sjónvarpshypnotisørurin Jacob Strachotta hevur eisini havt kola misbrúkarar í viðgerðarstovuni. Harafturat selur hann á heimasíðu sínari downloads við hypnosu rættað móti kola misbrúki.

 

Eftirspurningurin eftir hjálp á alternativa viðgerðarmarknaðinum tekur ikki Martin Kreutzer, sum er kostráðgevi við Institut for Human Ernæring á Keypmannahavnar Universiteti, á bóli. Hann heldur, at tað er eitt tekin upp á mangul upp á betri alternativ, og at kolamisbrúkið, sæð frá samfelagsins eygum, er ein »tak-teg-nú-saman-trupulleiki«, sum hann kallar tað.

 

- Vit spilla orkuna upp á eitt akademiskt kjak, hvørt talan er um veruligt misbrúk ella ikki. Men hesi menniskju hava brúk fyri hjálp, og ta hjálp eiga vit at veita teimum, sigur hann og skjýtur upp, at mann frá almennari síðu stovnar sjálvhjálparbólkar til koladrekkarar, soleiðis sum mann kennir tað frá tubbaksskeiðum, sigur hann.

 

Kelda: EPN.dk