Koks í orðabókini

Heiðurin er bregdaður í orðabøkurnar

Sprotar tú orðið "matstova" í fø-en orðabókina á ella "restaurant" í en-fø orðabókina á netinum, so er Michelin stjørnan, sum matstovan Koks fekk í morgun nevnd.

 

Í orðabókini stendur: matstova; KOKS is the first Faroese Michelin-starred restaurant. KOKS er fyrsta føroyska matstova ið hevur fingið eina Michelin stjørnu.

 

- Vit ætla ikki, at heiðurin bara skal vera eitt upplop, so vit hava bregdað bragdið inn í en-fø/fø-en orðabøkurnar, stendur á Facebook síðuni hjá Sprotanum.