Koks i Thorshavn på Færøerne fortjener en Michelin-stjerne.
Tað sigur kendi danski matjournalisturin, Bent Christensen frá Den Danske Spiseguide við tíðindastovuna Ritzau í sambandi við, at tað hósdagin verður gjørt kunnugt, hvørjar matstovur fá henda fornemmar heiður.
Undir yvirskriftini, at »Provinsen har sine egne Michelin-stjerneskud« skrivar Ritzau, at Michelin-stjørnurnar bara verða býttar út í Keypmannahavn, men at høga góðskan eisini at finna aðrastaðni í landinum.
Tað er við stórum áhuga, at fylgt verður við, hvørjar matstovur í høvuðstaðarøkinum í Danmark fáa hendan heiður hósdagin. Men á nógvum matstovum kring landið er støðið so høgt, at fleiri eru, sum kunnu verða við í kappingini um hendan størsta heiðurin í matstovuvinnuni, skrivar Ritzau.
Tíðindastovan hevur spurt tveir gastronomiskar serfrøðingar, Jesper Uhrup Jensen, blaðstjóra á matblaðnum Gastro, og Bent Christensen, matummælara og útgevara av Den Danske Spiseguide.
Teir nevna síni boð upp á hvørjar matstovur í Danmark kunnu fáa heiðurin. Men tað áhugaverda fyri okkum í Føroyum er, at Bent Chistensen, sum hevur skrivað bókina um Koks, sum kom út í desember í fjør, sigur umframt allar hesar, so heldur hann, at »Koks i Thorshavn på Færøerne fortjener en Michelin-stjerne«.
Michelinguiden varð fyrstu ferð givin í Frankaríki í 1900 og dekkfabrikantinum André Michelin.










