Sellofan
Eftir: Bjørk Jakobsdóttir
Týtt: Ria Tórgarð
Leikstjórn: Bjørk Jakobsdóttir
Leikari: Kristina S. Hansen
Pallmyndin er sett júst sum vit koma innar í leikhúsið á Meiarínum. Í trongligu forhøllini verða atgongumerki og leikskrá handað, og Kristina S. Hansen, sjónleikari, rennur sum í ørviti aftur og fram í reyðum brósthaldara og undirkjóla.
Kom innar, kom innar. Vit byrja um lítla løtu, endurtekur hon upp í saman.
Tú sigur hey, hvussu gongur& ert tú ikki spent ... men leikarin hyggur bert ørkymlað upp á teg og endurtekur seg sjálva.
Tú ert varug við, at hetta er sjónleikur. Hann er byrjaður bara ikki á plallinum, sum vanligt er.
Ljósini tendra á sera einfalda pallinum, sum eisini gongur miðskeiðis gjøgnum áskoðaraplássini, har ein boksibóltur er einasta pallprýði. Brátt stendur Elin (Kristina S. Hansen), sum kallar seg survivor, ein sum kemur undan við lívinum, upp um bæði oyru í sínum gerandisdegi.
Byrjanin er temaið í sjónvarpsrøðini Dallas, sum rungar gjøgnum salin. Henda ørkymlaða kvinnan gongur aftur og fram, býður seg fram við gjørdum faktum, sum vil hon spæla seg inn í ein imagineran leiklut og sigur Eg eri ein survivor!. Henni dámar væl at síggja reality sjónvarpssendingar sum Robinson, og samanber seg við tey fólkini.
Tað sæst á øllum brøgdum, at tað er hon helst ikki. Hon er ein vanlig kvinna, sum er um at fara í tvíningar av øllum teimum leiklutum, sum hini vilja hava hana at spæla.
Hon tosar um grannarnar sum hava størri hús enn tey og tveir bilar o.s.fr.. Elin og maðurin hava eisini tveir bilar, men annar bara firmabilur. Tað leggur hon líka í, men við eygnabrá og kropsrørslum sæst, at hon sigur ósatt. Sjálvandi vil hon, at tey skulu hava eins nógv og hini.
Almenna hugsanin
Elin er gift og eigur tvey børn. Pápin at børnunum er ikki nærverandi, men bert sum ein vánaligur hjáleikari í gerandidegnum hjá teimum - onkunstaðni aftan fyri familjupallin.
Elin sveipar seg inn í sellofan, fyri at tekkjast manninum. Hon ørkymlast av almennu hugsanini, sum sigur, at pør skulu hava sex tvær ella tríggjar ferðir um vikuna. Trupulleikin er, at hon og maðurin bert hava sex tvær ferðir hvønn mánað. Tað er ov lítið, tá hugsað verður um, at títtleikin er barometur fyri, um hjún eru lukkulig.
Elin sigur, at tey bæði hava ikki stundir til sex. Tað havi eg ongantíð hoyrt. Vanliga verður sagt, at fólk ikki hava hug, at annar parturin ikki tímir, ella at pør eru ójøvn á máli, hvussu ofta tey skulu fara í song saman.
Hetta er ikki einasti trupulleikin hjá Elini. Hon er kvinna í besta aldri, hevur børn og útiarbeiði og stríðist fyri síni starvsbreyt. Stjóri hennara, sum sjálvandi er maður og heldur seg eiga heiðurin av arbeiðsúrslitinum, er sambindilið, hóast tað er Elin, sum sløkkir brandarnar, sum standast í arbeiðstíðini.
Tað ger hon eisisni heima. Alt tykist at snúgva seg um at fáa tingini at hanga saman. Hon er tann føddi umsorganarpersónurin, sum hevur lært, at hon skal vera nærverandi og hjástødd allastaðni, bæði úti og heima.
Hon hevur gingið á smíliskúla
Tú kanst siga, at hon hevur gingið á smíliskúla og hevur lært lektina til fulnar. Hon skal vera fitt, røsk og megna at hava fleiri bóltar í luftini í senn. Tað er ómøguligt, eisini hjá Elini.
Tá hon ein morgunin hevur forsovið seg maðurin er farin til arbeiðis hirsar hon við børnunum, so sum mammur at smábørnum helst kenna seg aftur í.
Hon ger alt skeivt, men sigur okkum samstundis, hvussu tað pedagogiskt er rættast at fara við teimum smáu.
Hon veit tað væl, men stundir eru ikki til tess, og umber seg við, at hon hevur so nógv um oyruni. Børnini skulu í vøggustovu og barnagarð, og har fær hon sína sak fyri, við pedagogum, sum duga sera væl at fáa Elina at kenna seg sum vánaliga mammu.
Samanumtikið er Elin ein yvireksponerað, óskipað og heldur góðvarin kvinna, sum ikki kennir sítt virði. Hon hevur ikki eina løtu til sín sjálvs í gerandisdegnum. Ikki løgið at hon er ørkymlað.
Hon fer við børnunum á stovn um morgunin og eftir teimum eftir loknan arbeiðsdag. Tú undrast, hvar pápin er í øllum hesum ruðuleikanum. Tað kemur fyri ein dag, tá hann hevur sagt henni, at einki skal ganga út yvir hansara yvirtíðarløn, tí tað er hon sum bindur tey saman.
Kvinnusøga í víðari merking, minni løn, meira arbeiði.
Sum rosinan í pylsuendanum sveipar Elin seg í sellofan fyri at tekkjast manninum. Tað tykist vera seinasta uppgáva hennara fyri at fáa endarnar at røkka saman. Tað verður onki sagt um, hvørt hon hevur hug ella ger hetta fyri sína egnu skyld. Hon ger tað bara, sum hon ger alt annað, ið hon heldur seg hava skyldu at gera.
Hugtakandi einmansavrik
Kristina S. Hansen er hugtakandi erlig og skemtilig í sínum leikluti. Tað krevur hegni og styrki at standa einsamøll á palli í nærum hálvanannan tíma, við so rúgvusmiklum handriti, sum hesum.
Av og á detta orðini hvørt um annað, so tað er torført at skilja og nakrar ferðir stendur fast. Tá hjálpa kropsrørslur og speiligu andlitsbrøgd til fatanina av innihaldinum. Ikki tað hon sigur, men heldur, at tað gevur leiklutinum skap og forstáilsi.
Tað er synd í henni, men hví í allari verðini lata kvinnur sær slíkt bjóða? Og kortini. Nógv av tí sum varð sagt á pallinum, var so beinrakið, at áskoðarnir flentu í kýki, hóast tað var grátuligt. Sanniliga ein syrgilig lagna, men eisini skemtilig og fyrigevandi mynd av, hvussu umstøðurnar kunnu vera hjá ungum familjum.
Ria Tórgarð, sum hevur umsett leikin, dugir sera væl at nýta óhátíðarligt gerandismál. Tað ger sítt til, at áskoðarnir taka tað til sín, sum sagt verður.
Leikurin hevur verið framførdur 230 ferðir í Íslandi og umframt tað í átta øðrum londum. Tað ber boð um, at innihaldið er eftirfarandi, og at fólk kenna seg aftur í leikinum. Tað er helst besta skotsmál ein leikur kann fáa.