Í gjár lat matstovan Koks upp í nógv umtalaðu smáttuni frammi við Gjónna við Leynavatn. Poul Andrias Ziska, høvuðskokkur, er væl nøgdur við fyrsta kvøldið.
- Tað gekk stak væl. Hesa fyrstu tíðina hava vit við vilja ikki fult hús, fyri at loyva okkum at læra umstøðurnar betri at kenna, men tað gekk stak væl, sigur hann.
Hóast smáttan ikki er stór, so er pláss fyri 24 gestum hetta árið, meðan matstovan heldur til við Leynavatn.
Poul Andrias Ziska sigur, at kvøldið byrjar við hjallin Skerpi, sum stendur yvir við tunnilsmunnan.
-Allir gestirnir møta har og fáa eina lambssúpan frá okkum. Samstundis fáa teir høvi at práta saman, spáka sær ein túr og njóta náttúruna ellla fara inn í hjallin at seta seg, um ein ynskir tað, greiðir hann frá. Haðani verða fólk so koyrd inn til smáttuna. Hetta verður gjørt fyri at verja náttúruna so gott sum gjørligt.
- Vit hava keypt ein bil, sum kann koyra fólk aftur og fram. Vit ynsktu ikki, at allir gestirnir skuldu koyra við egnum bili heilt inn til smáttuna, sigur hann.
Poul Andrias Ziska greiðir frá, at tey royna nakað nýtt í Koks í ár.
- Vit royna at gera matupplivingina meiri felags í ár. At fara út at eta kann onkuntíð gerast so a-socialt. Tí lata vit gestirnar hittast í Skerpi áðrenn, so tey fáa høvi at tosa saman. Mitt undir máltíðnum her í smáttuni, verða tey eisini boðin út í hjallin her at fáa sær ein bita. Tá ætla vit at gera tað so autentiskt sum gjørligt. Vit ætla til dømis at hava skerpikjøt hangandi, sum vit kunnu skera av niður til gestirnar. Hetta er eitt upplivilsi, sum gestirnir fara at hava í felag. Og tá tíðin er komin til kaffi, kunnu gestirnir eisini sita saman í kaffistovuni hjá okkum, sigur hann.
Ein kann eisini bíleggja pláss á einum felagsborðið, so at tú situr til borðs við fólkum, sum tú ikki kennir.
Kortini er gjørligt hjá teimum, sum bara ynskja at vera tveyeini at fáa frið.
- Ein avgerð sjálvur, um ein vil taka lut í felagsupplivingunum ella ikki. Vil ein hava eitt romantisk kvøld fyri seg, so lata vit tey fáa frið, sigur hann.
- Her í Koks handlar kvøldið um gestin. Tí eru tænararnir ein týdningarmikil partur av starvsfólkahópinum. Eg sum kokkur vil kanska gjarna, at alt koyrir skjótt og at maturin kemur skjótt út, men tænarin er millum gestirnar og sær, hvussu teir njóta matin. Onkrir gestir eru kanska klárir til næsta rættin skjótt, meðan onnur hava fordýpað seg í práti og tørvar frið. Tænarin skal tí stýra tempoinum hetta kvøldið, sigur hann.
Nógvar umvælingar eru gjørdar, fyri at gera smáttuna klára til at hýsa eini matstovu. Gamli kaffibygningurin hjá bóndanum er gjørdur um til køk.
- Størsti parturin av matgerðini fer fram á Hotel Føroyum, men síðani verður maturin koyrdur inn higar, har vit leggja seinastu hond á. Fyri at kunna hava matstovu mugu vit tó hava reint vatn. Tí hava vit fingið okkum eina reinsiskipan, sum loyvir okkum at taka vatn frá ánni í gjónni, greiðir kokkurin frá.
- Spillvatnið má eisini reinsast. Tí hava vit fingið okkum eina biofilturskipan, sum reinsar alt vatnið, sum fer úr húsinum aftur. Soleiðis eru vit vís í, at virksemi í smáttuni ikki dálkar umhvørvið. Hesar báðar reinsiskipanirnar verða eisini verandi, tá vit flyta úr smáttuni aftur, sigur hann.
Koks verður bara í gjónni í eitt ár, so hetta er eitt serstakt høvi. Kortini er ikki heilt fult enn.
- Eg vil meta, at eini 65 til 70 prosent av plássunum eru bíløgd, so fólk hava framvegis møguleikan at bíleggja sær pláss umvegis heimasíðu okkara, sigur Poul Andrias Ziska.
Í Vikuskiftissosialinum verður ein myndarøð frá nýggju matstovuni at síggja.