Eitt, sum altíð fangar børn og vaksin er sjómannadegnum, eru kør við livandi fiskum og ymiskum krabbadjórum, ið fiskimenn og onnur hava útvegað til dagin.
Soleiðis er eisini hesaferð, og tey eru mong, bæði børn og vaksin, sum forvitin hyggja og fylgja við, hvussu alt livandi háttar sær í kørunum.
Hóast kør við livandi fiskum og krabbum hevur verið afturvendandi táttur á sjómannadegnum gjøgnum fleiri ár, er hetta framvegis nakað sum fangar.