Kodak, sum plagdi at forvinna nógvar pengar upp á at framleiða filmsrullur til myndatól, er við at fara á heysin. Felagið hevur ikki megnað skiftið til digitalu tíðina.
Digitaliseringin hevur gjørt, at sølan av Kodak-filmsrullum er nógv minkað seinnu árini, og tað sæst aftur hjá felagnum Eastman Kodak, sum síðani 1888 hevur framleitt filmsrullur til myndatól.
Í fjórða ársfjórðingi í 2009 hevði Kodak hall á 137 milliónir dollarar, og síðani hevur felagið stríðst fyri lívinum. Wall Street Journal skrivar, at Kodak hevur fingið eitt advokatfelag at hjálpa til við at umskipa felagið, og tað hevur havt við sær, at virðið á partabrøvunum í Eastmann Kodak er nógv minkað. Í farnu viku setti Kodak botnmet, tá ið partabrævið bert var vert 54 cent á amerikanska partabrævamarknaðinum.
Tíðindatænastan Bloomberg skrivar, at leiðslan í Kodak hevur umhugsað at fáa konkursverju, so at felagið kann fáa arbeiðsfrið at loysa fíggjarligu trupulleikarnar, men tað er ikki sannlíkt, at Kodak fær hesa verju.
Kodak hevur roynt samstarv við eitt nú Canon um at framleiða digital myndatól, men samstarvið er steðgað. Nú roynir Kodak at selja printarar, og eitt er í øllum førum vist tíðin er farin frá filmsrullunum, sum tað plagdi tað verða so nógvir pengar í.