Ein arbeiðsbólkafundur um fiskireiðskap og hagreiðing verður í Reykjavík 1. - 2. oktober 2013.
Endamálið við fundinum er at varpa ljós á nýggjastu gransking og menning av fiskireiðskapi og hagreiðing av fiski. Eitt av fremstu endamálum við fundinum, sum er fíggjaður av Norðurlandaráðnum (AG-Fisk), er at knýta bond millum gransking og ídnað, sum fæst við reiðskap/hagreiðing í Norðurlondum.
Hetta veit heimasíðan hjá Havstovuni at siga.
Fýra evni verða tikin upp á fundinum selektivur reiðskapur, umhvørvisárin av reiðskapi, optimering av reiðskapi við atliti til kostnað og dygd á veiðu og effektiv hagreiðing.
19 fyrilestrar verða á fundinum, og har ímillum fara Kristian Zachariassen frá ”P/F Vónin” og Hardi Hansen frá ”P/F Varðin” at leggja fram nýggjastu vitan teirra um troltøkni.










