Knút og Utheim spæla í Gøtu

Leygarkvøldið hevur Knút útgávukonsert í Tøting í Gøtu. Norski bólkurin Utheim spælir eisini

Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré)

Knút – við borgarliga navninum Knút Háberg Eysturstein – hevur útgávukonsert í Tøting í Gøtu leygarkvøldið. Norski bólkurin Utheim spælir eisini.

 

Fyri fyrstu ferð í 10 ár er Knút aftur aktuellur við plátuútgávu í egnum navni. Talan er um fjórðu plátuna hjá Knúti, ið ber heitið "Hjartasláttur" og er nýliga útkomin á plátufelagnum Tutl.

 

Níggju sangir eru á plátuni "Hjartasláttur". Knút eigur øll løgini og tekstir til seks av sangunum. Umframt egnu tekstirnar hevur Knút nevniliga sett løg til tríggjar yrkingar hjá Regin Dahl (1918-2007).

 

Leygarkvøldið framførir Knút saman við bólkinum, ið hevur innspælt plátuna: Torleik Mortensen á bass, Per Ingvaldur Højgaard Petersen á trummur, Mattias Kapnas á klaver og synth, og Knút sjálvur á sang, gittar og synth.

Utheim er ein folk/pop bólkur úr Oslo. Forsangari og sangskrivari Ørjan Utheim vil við bólki sínum seta ljós á kenslur, sum flest kunnu relatera til. Tann endaleysi kampurin um at hava hjarta á rætta stað, og at finna sítt pláss í stórbýnum, eftir at hava flutt frá útjaranum.

 

Konsertin byrjar leygarkvøldið kl. 20:30.

 

Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré)