Í teimum allar síðstu tøkunum í ólavsøkuróðrinum í fjør var Jón Rosenblad við til at syrgja fyri, at Havnarbáturin vann meistaraheitið. Tað var - fyribils í hvussu so er - endabresturin á róðrarkarrieruni hjá Jón heima á landi. Hann er fyri stuttum farin til Århus í lestrarørindum, men úrslitið í kappingini um jyska meistaraheitið í innandura rógving, sum var í Århus leygardagin, boðar ikki frá, at Jón ætlar at sleppa kappróðrinum.
Í kappingini á 2000 metrum var Jón, sum nú umboðar Aarhus Roklub, bestur av øllum. Hann róði 2000 metrar á maskinuni í tíðini 6.12.1. Næsti maður kom á mál í tíðini 6.15.5. Tað vil við øðrum orðum siga, at sigurin hjá Jón var rættuliga trivaligur.
- Eg havi vant miðvíst á maskinunum síðani á Ólavsøku í fjør. Úrslitið í hesi kappingini vóni eg kann nýtast sum lopfjøl til at sleppa upp í part umborð á onkrum báti her, segði Jón Rosenblad leygarkvøldið við Útvarp Føroya.
26 ára gamli Jón Rosenblad er ættaður úr Lamba, og hann hevur í nógv ár verið ein av føstu fúsunum í føroyskum kappróðri. Trý tey seinastu árini hevur hann verið umborð á Havnarbátinum. Frammanundan var hann umborð á Eysturoyingi.
Um Jón fær onkran stuðul at hjálpa sær við ferðaseðlinum, so ætlar hann sær at luttaka í FM í innandura rógving, sum verður seinni í hesum mánaðinum.
- At sita við maskinuna er ikki sum at rógva við føroyska kappróðrarbátinum. Hetta er sama slag av rógving, sum talan er um umborð á donsku og harvið altjóða bátunum. Eg eri sinnaður at royna møguleikan niðri, og eg vóni, at úrslitið í dag fer at gloppa onkrar dyr, segði Jón Rosenblad við Útvarpið. Hann ætlar sær nú at luttaka í fleiri innandura kappingum í Danmark.