Knallhart oddabrak

VÍF og KÍF prógvaðu sunnudagin, at tey hava alt tað, sum skal til fyri at geva føroyskum hondbólti nakrar knallgóðar FM-finalur

Tú fært neyvan nakran í KÍF- ella VÍF-leguni at viðganga tað. Men sum gongdin hevur verið í heyst er meira enn bara væl hugsandi, atjúst hesi bæði liðini verða tey, sum skulu dystast, tá
FM-finalurn­ar verða á skránni.
Í so máta var perspektivið spenn­andi, tá liðini hittust í gjár, og skal útgangsstøði takast í hesum dystinum, so er lítil ivi um, at FM-finalur­nar verða ein sonn hond­bólts­veitsla.
Ferðin var stór, og eini grannauppgerð so líkt, so var intensiteturin øgiligur í dystinum. KÍF streyk avstað, og stutt fyri hálvleik høvdu teir trivaliga leiðslu.
Fýra mál á rað togaðu tó vertirnar upp á javnt fyri steðgin, og eftir steðgin hildu teir fram í somu øði.
KÍF royndi at svara aftur, men har bar mest sum einki til, og eyðkendu rópini hjá heimafjøldini gjørdust alt hvøllari, sum dysturin leið. Í Kollafirði áttu tey tó seinasta trumfin. Seinastu árini hevur orkan at díkja á í samfullar 60 minuttir verið eitt eyðkenni hjá liðnum, og hetta gjørdi seg aftur galdandi í gjár.
Seinastu sjey minuttirnar vann KÍF nevnliga 5-1, og hóast teir høvdu tveir mans í undirtal seinastu løtuna av dyst­inum, so megnaði VÍF ikki at gera sær dælt av hesum, og so endaði háspenn­ing­urin við, at stigini fóru til Kolla­fjarðar.
Hetta ger, at KÍF nú er púrasta einsamalt í oddinum, og tað skal sera nógv til, áðrenn teir missa nakað finalu­pláss.
Vestmenningar kunnu hinvegin kenna seg eitt lítið sindur trýstar, tí StÍF kann við sigri í sínum útsetta dysti minka munin í tvey stig. Men við spælinum, sum liðini sýndu í gjár, so er tó lítið at ivast í, at VÍF fer at vísa avbjóðarunum dura­fjórð­ingin, tá seinasta kapp­renn­ingin fer ígongd um ein mánað ella so.
- - -

VÍF - KÍF 29-30 (14-14)
10 min: 5-6
20 min: 8-12
40 min: 19-18
50 min: 26-23

VÍF: Filip Jojic 11(2), Andrias Eriksen 6, Sámal J. Djurhuus 4, Sámal Joensen 3, Agnar Joensen 2, Julian Olsen 1, Mads Eriksen 1, Sjúrður Nielsen 1
KÍF: Niklas Selvig 7(3), Hans Eli Sigurbjørnsson 6, Magnus Müller 5, Tony Weyhe 5, Rógvi Weyhe 3, Andriasen Nielsen 2(2), Teitur Joensen 2, Rúni Joensen 1
Brotskøst: VÍF 2, KÍF 6
Útvísingar: VÍF 7, KÍF 4
Dómarar: Heri Petsersen & Dánjal Samuelsen