Føroya Tele spílar seg út á Summar Festivalinum við staðnum Knøtturin, og har ber eisini til at hoyra tónleik Knøtturin heldur til í bygninginum hjá Føroya Tele beint við Vágsbø, og í Knøttinum ber eisini til at hoyra nakrar framførslur um vikuskiftið.
Umframt framførslurnar á skránni ber eisini til at bjóða seg farm til jam session. Ein gittar stendur frammi í Telebúðini, og øll, sum hava hug at tríva í ein sang, eru vælkomin til tað
Skráin fyri framførslurnar í Knøttinum eru hendan:
Fríggjadagin 8. august
19.00: Martin í Grund
23.00: Elsa Maria & Unn
Leygardagin 9. August
18.30: Jógvan Arnfinn
21.30: Hans Hjalti Skaale
00.00: Hallur Joensen