Tað rann kalt eftir rygginum á teimum flestu, tá Sam Jacobsen miðskeiðis í fyrra hálvleiki brádliga small niður í vøllin og ýldi av pínu. Miðvallarin var skjótt fluttur á Klaksvíkar Sjúkrahús, og tað varð staðfest, at knæskelin var farin úr lið. Hann verður neyvan tøkur komandi fimm til seks vikurnar. Finnur Justinussen noyddist tíggju minuttir seinni eisini av vøllinum við skaða í hondini. Tað var tó ikki líkt til, at hann verður tøkur aftur skjótt.