Í Sundalagnum svíir tað enn. Gaman í, liðið hevur vunnið føroyameistaraheitið síðan, men sárið, sum EB/Streymur fekk í ódnarveðrinum á Mølini leygardagin 21. oktober í 2006, er ikki lekt enn. Dundurskotið frá Paul Clapson henda dagin er beinleiðis orsøkin til, at trúgvastu fjeppararnir hjá EB/Streymi vakna við kaldan dreym tann dagin í dag, og myndin av trimum svørtkløddum FSF-bossum, sum eitt korter fyr leiklok gingu framvið vøllinum yvir til bilin, sum førdi teir til Havnar, har teir skuldu heingja gullkrónurnar um hálsin á HB-leikarunum, fær tað til at renna kalt niður eftir bakinum.
Støðan, sum EB/Streymur var í undan seinasta leikdegi í 2006, er meinlík støðuni, HB er í í dag. Eins og EB/Streymur hevði tað í 2006, so hevur HB bæði sett og matchbólt leygardagin. Og eins og HB einans hevur brúk fyri einum javnleiki leygardagin, skuldi EB/Streymur bara bjarga einum stigi móti KÍ, ið felagsliðið úr Sundalagnum annars hevur so góðar royndir við, á seinasta leikdegi í Formuladeildini fyri fýra árum síðani.
Men javnleikurin bleiv av ongum og gullkrónurnar fóru av Mølini, saman við Óla Holm og hansara fylgi, suður til Havnar og Gundadal, har HB hevði vunnið 2-0 á ÍF.
Í ár møtir HB B36 á seinasta leikdegi. Av hinum níggju feløgunum í Vodafonedeildini, hevði stóribeiggin í Havnini helst peikað á øll hini liðini fyrst, um valið av mótstøðuliði til henda altavgerandi dystin var teirra. Orsøkin er einføld: slagið um Havnina er dysturin, tá alt kann henda.
Og slagið um Havnina er dysturin, B36 mest av øllum vil vinna. Ikki minst, um tað kann hava við sær, at HB kann missa føroyameistaraheitið. B36 kann við einum sigri leygardagin oyðileggja alt kappingarárið hjá HB, og tað fara teir eisini at leggja seg eftir.
Júst hetta kann vera motivatiónin hjá teimum í HB, til at gera tað, sum krevst í grannauppgerðini um fimm dagar. Ein sannroynd er tað tó, at HB ikki hevur havt tað lætt móti B36 tey bæði síðstu árini. Í teimum fimm landskappingardystunum hesi bæði árini, hevur HB ikki vunnið á B36. HB hevur spælt tríggjar javnleikir og tapt tvær ferðir.
Men tá støðan er sum hon er, er ein javnleikur leygardagin at rokna sum ein sigur hjá HB. Hinvegin kann ein sigur hjá B36 í stóran mun bjarga kappingarárið hjá teimum mest skaðafróu B36-viðhaldsfólkunum.
Samstundis hevur EB/Streymur vunnið allar sínar dystir móti B68, sum teir hava spælt við Margáir síðani vøllurin har varð tikin í nýtslu. Tískil hava vit fingið ein ótrúliga áhugaverdan endaspurt upp á ársins fótbóltslandskapping.
Leygardagin fáa vit svar fyri, um 2010 skal vera árið, tá EB/Streymur hevndi mista meistaraheitið í 2006. Leygardagin fáa vit at síggja, um Christian Andreasen og Michel Platini leita sær yvir í bilin og gullkrónurnar fara øvugtan vegin í um til í 2006.