Klumma: Eygu í nevinum

Klumman í Ghetto Føroyar hesaferð skrivaði Eirikur í Jákupsstovu.

 

"Eitt tað fyrsta klára minni eg havi er ein føðingardagur hjá Kubbanum, sum helt til niðanfyri handilin á Eiði. Tað var ein stórur lundi, sum mann kundi tøma bússuna hjá, og so vóru pengarnir í bankanum – tað vil siga í Føroya Banka, sum er eitt stað úti á sjónum.

Men vit vóru altso í føðingardegi hjá Kubba, og fingu bomm frá honum. Kubbin var fittur og bleytur, men beiggi var eitt sindur skeptiskur:

”Hann hyggur út gjøgnum nevið, hatta er ikki ein ordiligur lundi”, og eg mátti geva honum rætt: Inni í nevinum – har tað líkasum var opið – sá mann tvey vanlig menniskjaeygu.

Her var okkurt sum ikki ruggaði ordiliga rætt, tá tað snúði seg um Føroya Banka, Kubban og hvussu hann skuldi flúgva pengarnar út á hav at goyma teir."

 

Hoyr klummuna her: