Klubbi frá 1799

Tann 27. oktober fyllir elsti klubbi í landinum 200 ár. Menn stovnaðu Havnar Klubba í 1799 sum eitt forum, har evni av týdningi, og sum vóru uppi í tíðini, komu upp at venda í samrøðum og kjaki. Franska kollveltingin hevði verið og frælsishugsjónin upptók sinnini í 1790'unum

Í samband við 200 ára dagin hjá Havnar Klubba, hava Sverri Egolm og onnur skrivað bók um søgu og uppruna. Áður eru tvey hefti gjørd um Klubban. Bókin verður tó ikki liðug til sjálvan hátíðardagin.

Í bókini hevur Sverri Egholm lagt seg eftir at lýsa tíðina, 1790'ini, sum var áhugaverd tíð. Havnar Klubbi var eitt forum, har menn komu saman at práta og kjakast um tað, sum uppi var í tíðini. Talan var um danskar og føroyskar embætismenn, ið komu úr Danmark. Franska kollveltingin hevði verið og fælsishugsjón upptók sinnini. Upprunaliga var talan um ein kjak klubba har t.d. prestar, amtmaður og aðrir embætismenn hittust.

Tað er av einum av hesum, yrkjaranum Claus Lund, at vit í dag kunnu staðfesta sjálvan stovningardagin. Hann hevur á einum veitslusangi gjørt viðmerkingar um, hvar sangurin fyrstuferð var sungin og hvar. Hugsanirnar um frælsi vóru óivað frammaliga, men eittnú komu menn eisini saman til føðingardag kongs. Sverri leggur dent á, at hóast hetta kann tykjast sleiskut av føroysku limunum, so hevur tíðin og viðurskiftini helst gjørt, at slíkt hevur verið neyðugt fyri at liva. Sverri minnir á tætta sambandið til Danmark og einahandilin. Á summri lógu ofta eini 60 skip á Nólsoyarfirði og tað er ikki so lítið til ein handil.


Í Quillinsgarði - Yviri í klubba

Tað eru tey, ið meta, at klubbin at byrja við helt til í Quillinsgarði, ið eisini var ogn hjá nøkrum av stovnarunum. Eisini finst har staðarnavnið "Yviri í klubba".

Sverri Egholm metir, at tíðin um 1799 hevur verið livandi tíð í føroyskum mentanarlívi. Seinni dovnaði aftur.

Í 1861 endurstovnaðu menn Havnar Klubba og Sverri metir, at menn tá nærum hava gloymt fyrra klubban. Millum endurstovnararnar vóru amtmaðurin Holte og E.D. Bærentsen. Í 1862 flytur Klubbin á Tinghúsvegin. Hann var áður í Bringsnagøtu. Eini 10 ár eftir flytingina verður bygt uppí og teatursalurin sær dagsins ljós. Seinni var eisini bygt uppá. Í dag minnast vit Gamla Klubba, ið stóð uppi, til fyri heilt fáum árum síðani, tá nýggi bygningurin, sum í dag stendur við Tinghúsvegin, varð reistur.

Tann 27. oktober fyllir Havnar Klubbi 200 ár og ætlanin er at gera okkurt burturúr, nú elsti klubbi í landinum fyllir runt. Bókin við søgu klubbans er óivað eisini ein áhugaverd søgulýsing av viðurskiftum farnu 200 árini.