Fríggjakvøldið var útgávutiltak í Vági við Klovninum BUBU.
BUBU hevur júst latið úr hondum nýggja barnabók við tveimum fittum søgum í, umframt at nýtt litfagurt stavrað eisini er prentað og komið á marknaðin.
BUBU sang og spældi saman við børnunum, og rættuliga nógv fólk høvdu leitað sær til tiltakið, har tónleikararnir Eyðbjørn Jacobsen og Dagfinn Olsen spældu undir.
Eftir at BUBU var liðugur, bjóðaði Fast okkurt gott til børnini, umframt at tey vaksnu fingu kaffi, ímeðan BUBU prátaði við børnini, skrivaði heilsanir í bøkurnar og bleiv avmyndaður.
##med2##
Tiltakið bleiv hildið í Meinigheitshúsinum beint við Fast, orsakað av tí nógva eystan vindinum. Nógv børn og vaksin vóru komin saman og lagið var gott, og BUBU fekk stór og smá at syngja við.