Hetta vikuskifti letur upp málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Tað er listamaðurin Harry Knudsen, ið sýnir fram. Listamaðurin hevur fyrr sýnt fram í Føroyum og í Danmark, tá einamest við landskapsmyndum, men hevur síðani flutt seg til meira at mála portrettir og støðumyndir. Við á framsýningini eru bæði nýggj og eldri verk, umleið 40 í tali. Myndaevnini fevna víða yvir hálvabstrakt landslag og portrett. Framsýningin letur upp fríggjadagi, og opið er til og við sunnudagin. Allar dagar frá klokkan 14 til 19.










