Klovnar og hoppiborg á Tvøroyri

Harafturat verður stórt tombola við kakum, mati, bamsum og páskareggum

Hesa vikuna, ímeðan sølustevna er í ítróttarhøllini í Trongisvági, verður eisini eitt annað tiltak í hinari høllini, sum er í sama bygningi. Tað er eitt mini-tivoli, sum Lions klubburin í Suðuroynni skipar fyri. Hetta tivoli verður opið allar dagarnar og allar klokkutíðir, sum sølustevnan er opin.

Eitt nú verður stórt tombola, við bæði kakum, mati, bamsum og við páskareggum.

Men harafturat hava tey fingið fatur á eini hoppiborg, sum eisini verður sett upp, og sum børnini sleppa at stuttleika sær á.

Leygardagin klokkan fýra fara eisini klovnar úr Havn at skemta við børnunum. Skemtið við klovnunum er ókeypis.


Til góð endamál

Lions klubburin sigur, at allur peningurin, sum kemur inn, fer ókeypis til ymisk vælgerðandi og mentanarlig endamál.

Lions hevur m.a. stuðlað fleiri tiltøkum í flest øllum bygdum í Suðuroynni, bæði mentanarligum og siðsøguligum tiltøkum.

Men hann hevur eisini stuðlað altjóða tiltøkum, sum alheims Lions felagsskapurin hevur skipað fyri.

Eitt nú hevur Lions í Suðuroy latið pening til eina granskingarætlan, sum skal royna at loysa gátuna um alzheimer, ella ellisminnisloysi, sum tað eitur á føroyskum.

Og hann hevur eisini stuðlað einum stórum, altjóða tiltaki, sum hevði til endamáls at geva fólki, sum vórðu blivin blind av ávísum sjúkum, ein møguleika at verða løgd undir skurð, og tað tiltakið gav milliónum av fólki sjónina aftur. Og somuleiðis er felagsskapurin virkin í stríðnum ímóti rúsevnismisnýtslu.

Hetta fyri at nevna nøkur altjóða tiltak, sum eisini Lions klubburin í Suðuroy hevur verið við í

Í Suðuroynni hevur felagsskapurin eisini stuðlað vælgerðandi, mentanarligum og siðsøguligum tiltøkum í flest øllum bygdum. Eitt nú hevur Lions klubburin í Suðuroy meiri enn einaferð keypt Suðuroyar Sjúkrahús dýr tól, sum tey hava ynskt, men ikki hava havt rúmd fyri á fíggjarætlanini.


Staðarnøvn út í bók

Størsta tiltakið, sum Lions Klubburin í Suðuroynni er farin í holt við, er ein bókaútgáva. Og tað verður ein tann størsta útgávan í føroya søgu.

Ætlanin er nevniliga at geva bøkur út við staðarnøvnum í allari Suðuroynni.

Heilt nógv staðarnøvn eru uppskrivað, bæði á Fróðskaparsetrinum, og aðrastaðni, men takið verður at seta kort við, sum vísa, hvar tey eru.

Hetta er eitt stórt verk, sum fyllir fleiri bøkur og, sum tað fer at taka fleiri ár at avrika, tí talan er um fleiri túsund staðarnøvn.

Men Lions klubburin í Suðuroy heldur, at skal tað yvirhøvur nakrantíð eydnast at fáa øll tey mongu staðarnøvnini sett í kortið, er hetta í tøkum tíma at tað verður gjørt, tí tey eru við at fara í søguna.