Pínliga danska sendirøðin, Klovn, er langt um leingi av álvara byrjað aftur. Síðan fyrsti parturin varð sendur fyri viku síðani, er Klovn-fepurin í danska kongaríkinum bara vaksin. Seinni partur í nýggjastu sesongini verður vístur á TV2 í kvøld.
Tað eru níggju ár síðan síðstu Klovn-sesong, og tað sæst aftur, tí nakrar broytingar eru í nýggju sesongini. Har er eitt stórt lop í tíð, og Frank og Mia hava ein lítlan son og eina tannáringadóttir. Casper hevur fingið nýggja damu, sum er Lene Nystrøm frá Aqua. Men pínligheitunum og býttheitunum frá Frank Hvam sleppa vit ikki undan - tær eru tær somu sum altíð.
Heitið á nýggju sesongini er “Aftur til gerandisdagin”. TV2 vísir seinna part í kvøld klokkan 18:50.
Sí her eitt brot úr nýggja partinum.










