Hóast hýrurin á týska venjaranum hjá Liverpool, Jürgen Klopp, man hava verið sera góður eftir sigurin hjá Liverpool á Barcelona leygardagin, har Liverpool bankaði katalanararnar við heili 4-0, so vóru tað ikki allir miðlar á staðnum, sum fingu ágóðan av eini viðmerking frá Klopp eftir dystarlok.
Eftir dystin fekk miðlamaðurin hjá bretska blaðnum, The Sun, nevniliga at vita frá Klopp, at hann tosar ikki við The Sun longur.
Orsøkin til, at Klopp boykottar The Sun er, at blaðið herfyri skrivaði eina slatursøgu um, at konan hjá verjuleikaranum, Dejan Lovren, hevði verið honum ótrúgv. Hetta var tó ikki satt, og sostatt er ákæran sera grov og ósann.
- Eg haldi, at óansæð hvussu almennur ein persónur er, so eru nøkur viðurskifti, ið altíð skulu vera privat. Onkuntíð skal ymiskt fáa avleiðingar. Eg hugsaði, at tá ið tað eru átta milliónir tíðindabløð runt um heimin, so bilar tað onki, um tað eru nøkur bløð, ið eg ikki tosi við, sigur Jürgen Klopp sambært Liverpool Echo.
Helst eru tað fleiri Liverpool-fjepparar, ið dáma stak væl, at Klopp boykottar The Sun. Hetta kemst av einari yvirskrift hjá The Sun í 1989, tá ið ein syrgilig hending hendi á Hillsborough-leikvøllinum, har 96 Liverpool-fjepparar lótu lív. Nakrar dagar eftir hevði The Sun eina yvirskrift við orðunum THE TRUTH, har tað stóð at lesa, at tað vóru fullir Liverpool-fjepparar, ið høvdu ábyrgdina av mongu andlátunum.
Hetta var tó ikki í tráð við veruleikan. Sannleikin var, at løgreglan yvirhøvur ikki avgreiddi sína skyldu hendan lagnudagin í apríl 1989, og tað førdi til, at nógv ov nógvir fjepparar vórðu latnir inn aftanfyri eina málið á Hillsborough, sum síðani viðførdi til somikið nógv trok, at heili 96 lótu lív.
Síðani hendan dag eru tað nógv í Liverpool, sum ongantíð hava lisið The Sun síðani.










