Eftir níggju árum sum venjari í Liverpool, gevst Jürgen Klopp í felagnum, tá kappingin, sum nú er meira enn hálvrunnin, er lokin.
Hetta skrivar Liverpopol á sínari heimasíðu.
Tað var i 2015, at týskarin kom til Liverpool, og her hevur hann verið partur av einari glæsiligari tíð hesi árini.
Í 2019/2020 endaði Liverpool á ovastu rók í ensku landskappingini - fyri fyrstu ferð í 30 ár, og árið fyri vann Liverpool Champions League.
Haraftrat hava Jürgen Klopp og Liverpool verið í tveimum finalum í Champions League.
Nú tíðin hjá honum í Liverpool nærkast endanum, kann týski venjarin fegnast um, at felagið liggur ovast Premier League - við fimm stigum framman fyri næsta kappingarneyta.
Kelda: /ritzau/