Ferðslan í Varðagøtu verður nú einvegis í ein tíma gerandisdagar. Hvønn morgun fara oman fyri 300 børn í Sankta Frans skúla og onnur 200 børn skulu í dagstovn ella í forskúla beint við.
Børn og foreldur kunnu gleða seg til eina tryggari farleið á veg í skúla og dagstovn um morgnarnar, nú kommunan fer undir at seta upp klokkustýrd vegaskelti við Varðagøtu.
Vegurin til Sankta Frans skúla, Stella Maris vøggustovuna og Sankta Jósefs barnagarðin verður einvegis hvønn gerandisdag frá kl. 7:30 til kl. 8:30.
Henda eina tíman hvønn morgun gerandisdagar ber bara til at koyra oman eftir Varðagøtu. Klokkustýrda talvan verður sett upp við vegamótið Sjúrðargøta/Varðagøta, og er hetta fyrsta skipanin av sínum slag í Tórshavnar kommunu.
Klokkustýrdu vegaskeltini verða eftir ætlan tikin í nýtslu, áðrenn februar er umliðin.