Klokkari fekk heiðurstekin frá drotningini

Sunnudagin var hátíðardámur í Sumbiar kirkju. Jógvan Fríðriksson, biskupur, prædikaði og handaði Daniel Jacob Danielsen heiðurstekin fyri trúgva tænastu, tí hann hevur verið klokkari í eini 60 ár

Hátíðardámur merkti gudstænastuna í kirkjuni í Sumba sunnudagin. Prestarnir Patrick De Neergaard og Símun jacobsen vóru hjástaddir, og biskupur Jógvan Fríðriksson prædikaði.

Orsøkin til hátíðardámin var, at Jógvan Fríðriksson undir gudstænastuni skuldi handa Daniel Jacob Danielsen Droning Margrethes fortjenestemedalje.

Ljómur setti dám á gudstænastuna við sangi og Lars Mensonides somuleiðis við óførum urguleiki. Eftir prædikuna handaði Jógvan Fríðrikson Daniel Jacob Danielsen heiðursmerki og fylgiblað.


4. ættarlið tikið við

Heiðursmerkið fær Daniel Jacob Danielsen fyri at hava verið klokkari í Sumbiar kirkju í eini 60 ár.

Eli Poulsen, deknur, segði nøkur orð um klokkaran hesi mongu ár. Hann segði millum annað, at ongin veit neyvt at siga, í hvussu mong ár Daniel Jacob hevur verið klokkari. Hann bryjaði sum hjálparmaður ella avloysari, men í eini 50 ár røkti hann sjálvur starvið. Nevnivert er eisini, at hann var 3. ættarlið úr húsunum í Kálgarðinum, ið røkti klokkarastarvið. Og merkisverdari er tað, at nú hevur 4. ættarlið tikið við, nevniliga bróðirdóttir Dánjal Jacob.

Hátíðardámur var yvir gudstænastuni og løtan var minnilig, so lítillátin hesin trúgvi tænarin tók ímóti heiðursmerkinum, tó so greitt tað var – sum eisini varð nevnt – at hann ynskti onki hóvastak gjørt burtúr sær.

Eli Poulsen takkaði fyri árini, ið hann hevði samstarvað við Daniel Jacob Danielsen, og ynskti honum alt tað besta og tillukku við heiðursmerkinum.

-Og ber nú heiðursmerkið so flittliga, legði Eli Poulsen afturat.