Gjáar kirkja varð vígd trinitatis sunnudag 1929, og hesi árini síðani hava
verið tríggir klokkarar. Sofus Debes (pápi núverandi klokkara) var klokkari frá fyrsta degi til 1935, Benadikt Johannesen var klokkari í nærum 50 ár, árini frá 1935 til 1983, og tá tók Óli Debes so við, og hann er klokkari enn.
Mest sum øll árini hevur verið ringt upp á gamla máta, men í fjør heyst varð
automatisk ringing fingin til vega. Hóast kirkjuklokkan er tann sama, so
ringir hon nú mest sum av sær sjálvari.










