Sunnunáttina sleppa vit at sova ein tíma styttri, tí kl. 2 skal klokkan flytast til kl. 3.
Tað eru ikki øll, sum hava so lætt við at minnast hvønn veg klokkan skal flytast, men í morgunsendingini hjá Útvarpinum fríggjamorgunin komu teir við einum góðum ráðum: Um várið tekur tú havastólarnar fram og um heystið tekur tú teir inn aftur.