Klokkan 13.45: Vita framvegis onki um Smyril

Støðufundur á miðdegi í dag gjørdi tey ikki klókari og nú verður næsta stigið umhugsað Tað er framvegis óvist, nær Smyril sleppur aftur í sigling, eftir at eitt tekniskt brek legði hann lamnan tíðliga í morgun.

Hann skuldi fara av Krambatanga, norður til Havnar klokkan sjey í morgun, tá ið teir varnaðust, at okkurt var galið við stýringini til stýriborðsskrúvu.

Tískil varð hann liggjandi í Suðuroy og enn er óvist, nær hann kemur aftur í sigling.

Í morgun hava serfrøðingar úr landi verið umborð og roynt at loyst trupulleikan í samráð við verksemiðjuna, sum tey vóru í sambandi við alla tíðina umvegis telefonina.

Higartil hevur tað ikki borið frukt og á miðdegi í dag skuldu teir hava støðufund umvegis telefonina.

Bogi Mortensen, samferðsluleiðari á Strandferðsluni sigur, at støðufundurin gjørdi tey ikki nógv klókari og nú verður næsta stigið umhugsað.

Ein møguleiki er at fáa serfrøðingar norðaneftir suður at royna at loysa trupulleikan.

Men sostatt er støðan tann, at enn er framvegis púra óvist, nær Smyril sleppur aftur í sigling