Niðasti partur av Dalavegnum, frá J. Paturssonargøtu oman í Dr. Jacobsensgøtu, verður einsrættaður omaneftir ístaðin fyri sum nú niðaneftir
Tórshavnar Kommuna fer mánadagin 23. juni undir umfatandi vegarbeiði í J. Paturssonargøtu.
Talan er um umvæling av eini kloakk miðskeiðis millum Dalavegin (Kaggan) og Fr. Petersensgøtu (Dr. Ingridar Barnagarð).
Arbeiðið ber í sær, at ongin koyrandi ferðsla verður millum hesar báðar vegir, meðan arbeiðið fer fram.
Ferðslubroytingar
Kommunan og politiið í Havn boða í hesum sambandi frá, at niðasti partur av Dalavegnum - frá J. Paturssonargøtu oman í Dr. Jacobsensgøtu (framvið gamla kirkjugarði) - verður einsrættaður omaneftir ístaðinfyri sum nú niðaneftir.
Eins og galdandi er frammanundan, er bert loyvt akførum upp til 3,5 tons av nýta hesa farleið.
Samstundis verður einsrættaða ferðslan í Dr. Jacobsensgøtu longd (frá Skálabúðini) yvir til Gr. Kambansgøtu (A. P. Restorff).
Ljósreguleringin á vegamótinum J. Paturssonargøtu/Fr. Petersensgøtu verður sløkt, meðan arbeiðið fer fram.
Arbeiðið er mett at taka umleið eina viku.