Aftur nú hevur løgreglan gjørt nógv burtur úr at kanna ferðsluna við skúlar, tíðliga í morgun, tá ið skúlarnir byrja.
Og løgreglan ásannar, at framvegis eru tað mong børn, sum sita leys í bilinum, altso uttan at vera spent í trygdarbelti.
Sita børn undir 15 ár leys í bili, kostar tað bilføraranum klipp í koyrikortið og tað fingu nakrir bilførarar, bæði í Fuglafirði og í Hvalba, í morgun, sigur løgreglan.










