LIST
Pappírsmyndirnar hjá Williami Heinesen eru virðismikil mentanargripur. Men pappírsmyndir hava tíverri avmarkaða livitíð, um tær ikki verða eftirhugdar og umvældar. Tískíl hevur Listasavn Føroya gjørt eina ætlan um, hvussu hesi pappírsklipp eftir William Heinesen kunnu verða bjargað. Avtala er gjørd við danska pappírskonservatorin Tine Johannesen, sum 1. september kemur til Føroya í tveir mánaðir at arbeiða við klippunum hjá Williami Heinesen burturav. Heinesens Hús er latið til endamálið og fólk, sum eiga hesi klipp, kunnu venda sær til Listasavnið.
Konservatorurin kann vanliga ikki endurskapa eina mynd, ið er farin, men hann kann tálma ella steðga niðurbrótingini við at beina burtur tað skaðiliga límið og seta annað á í staðin, festa pappírsfláirnr, slætta og hampa um klippini og stegða skaðiligum smáverum. Eigararnir kunnu eisini fáa ráðgeving í, hvussu klippini eiga at verða handfarin fyri at verja tey ímóti niðurbróting.
Kendu klippini eftir William Heinesen eru nú vorðin 20-30 ára gomul. Flestu teirra eru í rættiliga ringum standi, og vandi er fyri, at hendan tjóðarogn fer fyri skjeyti, um vit lata standa til, sigur Bárður Jákupsson, leiðari á Listasavni Føroya í tíðindaskrivi. - Litirnir blikna og pappírið moyrnar. Serliga er tað límið, sum er sera óheppið. Sýra í líminum etur seg sum frá líður ígjøgnum pappírsfláirnr. Skulu verkini varðveitast til eftirtíðina, mugu tey undir serkøna konserveringshond skjótast til ber.
Meginparturin av litklippunum eftur William Heinensen er eginogn. Klippini hanga í stovum víða hvar um landið. Tey, ið eiga slík klipp, hava nú møguleikan at fáa gripirnar eftirhugdar og umvældar. Mong klipp eru uttanlands. Listasavnið heitir á fólk, sum vita um eigarar í útlegd um at boða frá so hesi eisini verða umvæld.