Drangurin er 71 metrar, men tað eru 60 metrar at klintra, men tað er vallað uppiá, so tað ber til at ganga teir seinastu metrarnar. Men tað er ikki hvøns mans føri at taka Ølduna, tí hetta er fyrstu ferð í 96 ár, at nakar hevur verið uppi á henni, skrivar John Petersen á Youtube, har hann eisini hevur lagt ein stuttan film frá ferðini. Men seinast, nakar var á Ølduni fyri 96 árum síðani, varð endi settur fastur í land og ein bátur róði til havs, so at endin kom at liggja niðuryvir drangan. Hann hevur eisini hoyrt onkran sagt, at teir fingu ikki endan at liggja niðuryvir sjálvan toppin, men um ein konga í 40 metra hædd. - Sostatt eru vit teir fyrstu, ið hava megnað at klintra niðan á Øldina, uttan at hava ein enda hangandi av toppinum og niður á sjógv, sigur hann. Loftmyndin av Ølduni er av kortal.fo.
Trýst í leinkjuna og síggj stutta filmin, teir hava gjørt um ferðina.
|










