Klinsmann í øðini

Jurgen Klinsmann, sum er venjari hjá týska stórfelagnum FC Bayern, er í øðini um gongdina hjá sínum liði. Bayern fekk um vikuskiftið bert javnleik, hóast liðið var á odda 3-1 seint í dystinum.

- Vit mugu vinna ein dyst, har vit eru á odda 3-1 og hava stórar kjansir til at gera fleiri mál. Hetta fær meg illan, og vit mugu viðurkenna, at okkara úrslit als ikki eru tey, sum vit høvdu roknað við frammanundan, sigur Jurgen Klinsmann.