Klettskarð aftur í KÍ

Páll hevur seinastu tvey árini ment seg nógv sum fótbóltsspælari, og tá FC Amager í vár kom í álvarsligar fíggjarligar trupulleikar, var hann vorðin fastur partur av hópinum kring besta liðið.

Í summar flutti hann heim aftur til Klaksvík, og nú hava hann og KÍ gjørt avtalu, sum bindur kropssterka áleyparan at felagnum tað, sum eftir er av kappingarárinum.