Tað er langt ímillum bøkur við føroyskum undirvísingartilfari innan tónleik. Nú er fyrsta føroyska klaverbókin komin. Hetta er bókaslag, ið eisini verður nevnt klaverskúli.
Føroyskir næmingar hava nýtt klaverskúlar við útlendskum sangum, men nú er bøtt um hetta, og ein kann læra seg klaver við føroyskum sangum og norðurlendskum sangum, ið føroyingar hava tikið til sín.
Bókin hevur heitið ?Klaverbókin hjá Stamen?. Bjarni Restorff og Stamen Stantchev standa aftanfyri bókina. Stamen er tónleikalærari í Havn og hann hevur skrivað bókina. Dóttir hansara Rannvá, hevur teknað permumyndina.
15 sangir eru. Byrjanin er løtt, men so gerst tilfarið eitt sindur torførari, sum blaðað verður í bókini. Soleiðis er tilfar til bæði nýbyrjarar og royndar leikarar.
Klaverbókin hjá Stamen ger tað nú møguligt at læra seg at leika klaver á føroyskum grundarlag. Tilfarið, sangirnir, eru føroyskir og norðurlendskir, ið føroyingar hava tikið til sín. Og slíkt hevur ikki verið tókt í føroyskari bók áður.
Í bókini eru sjálvsagt nótar, men eisini er orðalisti, orðafrágreiðingar,har greitt verður frá hugtøkum innan tónleik. Og har er alt, ið vert er at vita. Alt frá a tempo, ið merkir uppaftur í ferð, til prima volta og secunda volta, ið merkir fyrsta vending og onnur vending.
Bókin er til skrivað til føroysk børn ?í øllum aldri?. Bjarni Restorff gevur út og bókin fæst kring alt landið.










