Í Skálafirði: Um vikuskiftið fær samkoman Keldan vitjan av Klaus Møller úr Danmark. Hann fer undir vitjanini at tala á møtunum fríggjakvøldið, leygarkvøldið og sunnudagin.
Klaus Møller hevur ferðast til mong ymisk lond við gleðiboðskapinum og hevur eisini upplivað at nógv fólk eru vorðin grødd á møtum sínum.
Hesa gávuna ynskir hann eisini at nýta, nú hann er gestur í Skálafirði.