Klassiskir droymarar

Teir góvu út væl móttiknu fløguna A Place to Stand On í 2005, vunnu føroysku tjóðarfinaluna av Global Battle of the Bands í 2006 og spældu í altjóða finaluni í London sama árið. Í dag er bólkurin upploystur, og oddamenninir Líggjas Olsen og Flóvin Viderø eru farnir í gongd við sítt egna projekt. Her siga teir frá um tíðina aftaná Deja Vu og íblásturin til tónleikin

SAMRØÐA

Sunneva H. Eysturstein

sunneva@sosialurin.fo

 

 

Líggjas Olsen (LO) og Flóvin Viderø (FV) kenna vit best sum sangararnar í popprokk bólkinum Deja Vu. Hesin bólkurin hevur tó ikki verið at hoyrt í longri tíð nú, men tað hevur ikki steðga teim­um báðum oddamonnunum í at halda á við tónleikinum og gera nýtt tilfar. Í løtuni eru teir í upptøkuhølum saman við Niclasi Johannesen og í gongd við at gera videolag til eitt av nýggjastu løgunum hjá sær.

 

Hvar endaði Deja Vu og hví?

FV: í skrell.

LO: Ja, faktiskt. Vit vóru ógvuliga aktivir í langa tíð. Góvu fløgu út, spældu nógv, vunnu føroyska umfarið av Global Battle of the Bands, fóru til London osfr. Men har var eingin ordilig drívmegi í bólkinum, eingin vilji. Eg haldi, at vit vóru blivnir troyttir av at spæla saman. So vóru tað eisini onnur ting; ein í bólkinum bleiv pápi, ein flutti niður, og at enda hendi bara einki í langa tíð.

FV: Vit ætlaðu alíkavæl at gera eitt videolag. Men tá vit komu í gongd við tað og byrjaðu at hugsa um framleiðslu, fingu vit at vita, at tað ikki var serliga feitt at gera videolag til eitt gamalt lag. Deja Vu hevði jú verið til rættiliga leingi tá, og tilfarið hjá okkum var rættiliga gamalt eftir hondini. Hetta bleiv lopfjølin hjá okkum báðum at fara frá Deja Vu, fara aðrar vegir og framleiða nýtt tilfar.

LO: So ístaðin fyri at fara í gongd við eitt videolag til eitt gamalt Deja Vu lag, fóru eg og Flóvin í studio at taka eitt nýtt lag upp. Hetta var í februar/mars. Vit hava faktiskt verið í studio síðani og tikið upp, manerera við detaljur, nørdast við ljóðum og so framvegis. Vit hava nógv hugskot til løg, sum vit hava fingið ígjøgnum árini, men sum ongantíð eru blivin til nakað, og sum vit so eru farnir at arbeiða við nú ístaðin. Hetta er ógvuliga hugnaligt. Niclas Johannesen er við okkum í upptøkuhølunum, og vit hava tað ordiliga feitt við at skapa tónleik saman.

 

Hvør framleiðir videolagið hjá tykkum?

FV: Eir í Ólavsstovu er fram­leiðslustjóri av videolagnum og gongur í løtuni sína egnu gongd. Vit ána faktiskt ikki, hvat hon er í holt við. Hava bara útviklað manuskriptið saman við henni, og so vita vit ikki meira.

LO: Ein dagin, tá vit komu koyrandi uppi við sjónleikar­húsið, sóu vit eina rúgvu av fólki hoppa runt í búnum og andlits­máling. Vit sóu Eir mitt í rokan­um, og Flóvin segði, at hatta mátti hava okkurt við okkara videolag at gera. Eg bleiv eitt sindur kløkkur. Tað er jú ikki til at vita, hvat tað fer at blíva til, ella um okkum fer at at dáma tað. Men tað mugu vit bara fáa at síggja. Tað er sjálvandi spenn­andi, men slett ikki til at siga enn, um tað verður feitt ella ikki.

 

Hvat fyri slag av tónleiki gera tit saman nú?

LO: Tað er nokso nógv Deja Vu bara við einum nýggjum botni. Fyrr gjørdu vit tónleik og tóku upp sum ein bólkur, men nú er tað meira við at taka útyvir, klippa og so framvegis.

FV: Faktiskt segði Niclas, at tað ikki er Deja Vu. Kanska tí at tað er meira upbeat, enn bólkurin var. Í hvussu er og ikki, so er hetta agnið, sum vit fara at brúka til at koma frameftir. Vit ætla okkum at fáa fatur á plátu­feløg­um og alt tað. Tað gongur bara við sniglaferð.

LO: Ja, vit hava sum so ongan skund beint nú. Vit arbeiða fram ímóti at gera eina útgávu, men hava ikki ásett nakra tíðarfreist.

FV: Nei, tíbetur. Tað er ov vanligt, at fólk siga eitt dato, men at tað so ongantíð hendir fyrr enn fleiri ár aftaná. So vit taka tað bara róligt.

 

Hvat er tað við tónleikinum, sum dregur tykkum?

LO: Eg haldi, at vit hava onkra ímynd av, at verðin bara fer at koma til okkum; vit eru klassisk­ir droymarar. Sjálvandi vita vit, at tað er bullshit, men vit vilja bara gera góðan tónleik, og tón­leikur er eisini í grundini bara tað, sum vit duga. Tað er bara reinur alskur til tónlistina.

FV: Tað er eisini nakað við, at mann er so kritiskur ímóti øllum, sum hini gera, og at mann á ein ella annan hátt avspeglar tað við sínum egna; mann setur sítt egna upp ímóti hinum. Ikki tí at mann vil vera betri, men tí at tað følist rætt at gera tað.

LO: Ja, allir tónleikarar hava eina náttúrliga trongd til at gera tónleik. Tað er væl soleiðis við øllum kreativum fólki. Ein kona, sum dugir og dámar at binda, fær okkurt burturúr at binda ein sokk. Vit fáa okkurt burturúr at skriva sangir og spæla teir. Og tað er genialt, tá tað riggar.

FV: Bara tað at skapa eitt evar­ska lítið ljóð í einum lagi kann geva eina fantastiska kenslu. Mann blívur so spentur. Tað er sum at gleða seg til jólapakkan, tú følir tað brúsa innaní.

 

Hvussu arbeiða tit saman?

LO: Vit kennast væl, og eg haldi, at vit hoyra tónleik øgiliga líka. Til dømis ljóð og klangir; um eg sigi »á, hatta er feitt«, so veit Flóvin beinanvegin, hvat eg meini við.

FV: Tað er næstan so galið, at vit enda setningar hjá hvørjum øðrum...

LO: Vit diskutera eisini væl um allar detaljur og hava eina felags uppfatan av tingum, sam­stundis sum at vit geva hvørjum øðrum mótspæl.

FV: Vit møtast í luftini. Fólk halda, at vit burdu kallað okkum »Friends Forever«!

 

Hvat er tykkara drívmegi?

LO: Alt. Allur tónleikur og yvir­høvur alt, sum ein upplivir.

FV: Sinnalagið er ógvuliga inspirerandi. Tað, tú følir, tá tú ert í góðum lag ella ringum lag. Tá veðrið er gott ella ringt. Alt tað fær ein at koyra víðari. Og so vilja vit bara gera góðan tónleik. Eg havi eina serliga trongd til at gera okkurt feitt live. At seta list saman uppá ymsar mátar og gera nakað stórt.

LO: Tú og títt teatur... eg eri kanska meira ótolin enn Flóvin. Eg vil gjarna hava tónleikin út, og tað skal ikki taka ov langa tíð. Ikki tí at mann skal stressa seg sjálvan í prosessini at gera tón­leikin, men eg vil gjarna arbeiða effektivt og fáa tað út til so nógv fólk sum gjørligt. Vit hava tó ikki spælt hendan tónleikin live enn, men tað fara vit nú skjótt. Tað má tó líka venjast ordiligt fyrst. Studio er studio, men live er nakað heilt annað, og tað má gjøgnumarbeiðast ordiligt, áðrenn mann spælir konsertir.

FV: Ja,vit hava arbeitt on and off í studio nú í átta mánaðar, og tað er við at verða tíð til at koma út at spæla.

LO: Vit skulu eisini finna okkum eitt navn, men eru ikki heilt samdir enn, so tað kann ikki avdúkast beint nú. Men »Friends Forever« er í hvussu er útilukkað!

 

 

Hoyr Líggjas & Flóvin framføra til Mind The Music konsertina á Altjóða Sálarheilsu­degnum tann 10. oktober í Reinsarínum

kl. 22.00