Tað vóru sera deildar meiningar um avrikið, tá Klaus Rifbjerg í heyst sendi eina nýggja umseting av amerikanska klassikaranum The Catcher in the Rye eftir J.D. Salinger á bókamarknaðin. Onkur helt nýggju umsetingina vera eitt satt fornermilsi móti bæði Salinger og fyrru donsku útgávuni, Forbandede Ungdom. Onnur fegnaðust um, at søgan hjá Salinger um Holden Caulfield eisini á donskum nú umsíðir hevði fingið ta røddina, ið tók lesarar og ummælarar á bóli, fyrstu ferð bókin kom út í 1951.
Í nýggju umsetingini er upp-runaliga heitið umsett beinleiðis úr enskum til Griberen i rugen, umframt at Rifbjerg hevur broytt málburðin nakað, so hann í ávísum førum mest líkist eini blanding av ?50ara og modernaðum ungdómsslang. Eitt áhugavert val, sum ger kreppurakta Holden bæði tíðarbundan og -leysan, meðan hann enn einaferð bannar og svørjir seg gjøgnum søguna sum ein heilur ungdómsuppreistur, ið er farin í hernað móti øllum tí falska her í verðini.
The Catcher in the Rye var mest sum kravdur lesnaður á miðnámsútbúgvingum í síni tíð, og tað hevði onki gjørt, um hon framvegis er tað. Áhugavert kundi tað jú eisini verið at gruna yvir, hvussu nógv skaldslig góðska í grundini telur í mun til kenslur í kjakinum um ein nýggja umseting av einum gomlum klassikara.
ave