FRAMSÝNING
Einki kundi vera meira rætt enn hendan framsýningin.
Orðini eigur Gunnar Hoydal, sum er formaður fyri stýrið fyri Listaskálan, um framsýningin við Janusi Kamban. Tíggju ár eru liðin síðani Listaskálin lat nýggja útbygningin upp alment. Og hvat kundi rigga betur enn at lata ein hin mætasta listamannin í Føroyum í dag, Janus Kamban sýna fram. Ikki bara tí, at hann er úrmælingur sum listamaður, men eisini tí hann er undangongumaður í føroyskari list og fyrrverandi stjóri í Listaskálanum.
Sami Gunnar Hoydal helt eisini fyri, at Janus Kamban, sum í september verður hálvfems ár, telist millum teir yngstu hálvfems ára gomlu.
Og lagið var eisini gott á Janusi leygardagin, tá framsýningin við nógvum av hansara verkum sum listamaður lat upp. Hóast hann ikki hoyrir so væl, so spurdi hann bara, um tað var okkurt, hann ikki fekk við. Og lyndinum bilar einki, og hann smæddist heldur ikki við at arga Gunnar Hoydal eitt sindur.
? Hann hevur verið sálin og kraftin í føroyskari list. Hann er klassikarin í føroyskari list, segði Gunnar Hoydal.
Framsýningin sýnir fram eitt part av tí, Janus Kamban hevur gjørt síni nógvu ár sum listamaður. Hann er kendur sum bæði myndahøggari og grafikari, og framsýningin sýnir eisini báðar síðurnar av honum.
Janus Kamban varð útbúgvin á listaakademiinum í Keypmannahavn í 1932-35 og 1938-40. Hann hevur verið aktivur sum listamaður í nógv ár, og eru hansara verk at síggja víða hvar í Føroyum. Hann var fyristøðumaður í Listaskálanum 1970-1978, og hann verður mettur sum miðdepilin í føroyskari myndandi list eftir seinna heimsbardaga.
Tey, ið hava hug, kunnu síggja verkini hjá Janusi í Listaskálanum.
Mynd?Janus?: Janus Kamban verður í september hálvfems ár. Leygardagin var hann í Listaskálanum, har framsýning við hansara verkum lat upp.
Myndir ?verk?: Nøkur av verkunum, ið eru at síggja á framsýningini í Listaskálanum.