Bókadeildin spennir seg rættiliga út í hesum døgum. Ikki minst fingu vit í vikuni stóra klassikaran um bjørnina Paddington á føroyskum.
Søgan er um lítlu bjørnina úr myrkasta Peru, sum smeyg sær umborð á eitt skip, sum fór til Onglands og kom til Paddington tokstøðina. Einasta viðføri var eitt kuffert og eitt spjaldur, har tað stóð skrivað: "Gerið so væl og ansa eftir hesi bjørn. Takk fyri." Og so ein tóm súltutoyskrukka sjálvandi.
Á tokstøðini stóðu hjúnini Henry og Mary Brown og bíðaðu eftir dóttrini, tá Henry varnaðist okkurt lítið og loði í nánd av skrivstovuni fyri Mist viðføri. Hjúnini gjørdist so hugtikin av litlu bjørnini, at tey tóku hana við sær til hús í Windsor Gardens og góvu henni navn eftir tokstøðini. Eina løtu ivaðust Henry og Mary um tey høvdu borið seg rætt at, men bjørnin Paddington varð verandi og hevur búð síðani saman við Brown hjúnunum, børnunum Judy og Jónatan og gomlu frú Bird líka síðani
Í nærum fimm áratíggju hava søgurnar um bjørnina Paddington hugtikið børn og vaksin um allan heim. Bøkurnar eru komnar út í nógvum ymsum útgávum, men hendan nýggja føroyska týðingin er av upprunasøguni, ið kom út fyrstu ferð í 1958.
Tað er Pauli Hansen, sum hevur týtt søguna um Paddington til føroyskt. Føroyska útgávan er sera snøgg og prýdd við kendu og sera hugtakandi tekningunum hjá R.W. Alley.