Klárt til endaspælið í Champions League

Champions League: 16 feløg eru víðari til endaspælið í Champions League og nú er klárt til lutakastið

Lutakastið til 1/8 finalurnar í Champions League verður mánadagin klokkan 11. Tey flestu av teimum stóru eru víðari. eitt nú Real Madrid, Bayern Munchen og FC Barcelona, umframt finalistarnir frá í farnu kapping, Inter Milan og vinnararnir Manchester City.

 

Eitt sindur óvæntað, so hevur Ongland bara tvey lið við til endaspælið. Arsenal og Manchester City vunnu sín bólk, meðan bæði Manchester United og Newcastle taptu sínar bólkar og verða uttan evropiskan fótbólt komandi hálva árið.

 

Eitt norðurland er við í endaspælinum. Tað er FCK, sum millum annað vann á Manchester United á vegnum til endaspælið. Danska høvðusstaðarfelagið bleiv nummar tvey í bólkinum og skal tí møta einum av bólkavinnarunum.

 

AC Milan, Benfica, SC Braga, Feyenoord, Galatasaray, Lens, Shakhtar Donetsk og Young Boys verða við í lutakastinum til endaspælið í Europa League.

 

Vinnarar av bólkunum:

 

Arsenal (Ongland)

 

Atlético de Madrid (Spania)

 

FC Barcelona (Spania)

 

Bayern Munchen (Týskland)

 

Borussia Dortmund (Týskland)

 

Manchester City (Ongland)

 

Real Madrid (Spania)

 

Real Sociedad (Spania)

 

Nummar tvey í bólkunum:

 

FCK (Danmark)

 

Inter Milan (Italia)

 

Lazio (Italia)

 

RB Leipzig (Týskland)

 

Napoli (Italia)

 

Paris Saint Germain (Frakland)

 

FC Porto (Portugal)

 

PSV Eindhoven (Holland)