Fimm ferðir hevur Dynamit verið partur av Summarfestivalinum. Ikki minst man konsertin í 2009 teljast millum tær lívligastu, sum nakran tíð hava verið á Vágsbøi, og eftir eitt sabbat-ár í fjør, eru helst fleiri, sum kundu hugsað sær eina Dynamit-konsert aftur á Vágsbøi.
- Vit hava ikki fingið nakran ítøkiligan fyrispurning, men skuldi tað verið, so eru vit klárir, sigur Niclas Heri Jákupsson, frontmaður og annar av sangarunum í Dynamit.
Júst hetta við sangarunum hevur onkra tíð argað Dynamit, tí Hans Jacob Nystrøm “Shaky” er sjómaður, og tí hevur hann okkurt árið verið í Barentshavinum, tá Dynamit hevur spælt. Sum skilst, so verður hetta tó ikki nakar trupulleiki, tí Shaky er á landi í summar, um boð skuldu verið eftir honum.
Við at trýsta á myndina omanfyri sæst byrjunarlagið, tá Dynamit í 2009 hevði sína helst bestu framførlsu nakrantíð