Løgtingið skal halda fingrarnar langt vekk frá sáttmálaósemjuni millum Føroya Pedagogfelag øðrumegin, og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin. Tað siga tey fýra fakfeløgini, sum mynda Samtak, í eini fráboðan í morgun. Tey fýra feløgini í Samtaki eru Føroya Arbeiðarafelag, Føroya Fiskimannafelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag.
Í dag verður uppskot lagt fyri Løgtingið um at skerja verkfallið hjá pedagogunum við at geva Almannaverkinum rætt til at fáa nokk av pedagogum til arbeiðis til at lív og heilsa ikki verður sett í vanda.
Síðani tá hava mótmæli frá fakfeløgum heglað niður yvir landsstýrið og nú mótmæla feløgini í Samtaki eisini.
Tey vísa á, at hóast landsstýrið hevur hug at skerja frælsi hjá løntakarum, átti løgtingið at virt støðuna, siga feløgini í Samtak. Tey siga, at vilja tey í landsstýrinum hava fleiri fólk til arbeiðis, ber til at seta fleiri tænastumannastørv, siga tey.
– Løgtingið hevur onki at gera í eini sáttmálatrætu, og leggur løgtingið seg út í málið hevur tað brotið við allar mannagongdir, sum eru í sambandi við frælsar samráðingar. Heldur skuldi spurnartekin verið sett við, hví samráðingar har Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið eru við, so ofta enda í sáttmálatrætu.
Tey í Samtaki halda, at tað verður áhugavert at síggja um løgtingslimir fara at vera stempulklokka hjá landsstýrinum. Tey leggja afturat, at leggur Løgtingið upp í, er hetta at misbrúka valdið upp á ein máta, sum lóggávutingið í einum fólkaræði ikki á nakran hátt eiga at hugsa um.
– Tað er bara við samráðingarborðið, at til ber at finna loysnir. Løgtingið skal halda seg langt vekk frá at blanda seg og at misbrúka sína støðu og vald. Megnar landsstýrismaðurin við fíggjarmálum ikki sína uppgávu eigur løgmaður at fáa onkran annan í landsstýrinum at taka yvir og finna loysnirnar, siga feløgini í Samtaki.











