Klaksvíkingur ikki mannaður í ár

Tað verður einki FM-heiti til kappróðrarmenninar í Klaksvík í ár. Í besta føri verður Páll Fangi mannaður til Norðoyastevnu

Klaksvíkingur rør ikki í 10-mannafarsróðrinum í ár. Hetta er greitt, eftir at fundur var millum róðrarfólkið í Klaksvík leygardagin.

 

- Vit prátaðu saman um, hvat vit ætla í ár, og tíverri er áhugin alt ov lítil, so hugsingur er ikki um at manna Klaksvíking í ár, sigur Magnus Norðberg, sum í fleiri ár hevur verið við til at manna hvíta10-mannafarið, og sum eisini hevur sitið í nevndini í Klaksvíkar Róðrarfelag í fleiri ár.

 

Og hann slær somuleiðis fast, at talan heldur ikki verður um at manna nakran minni bát til kappróðrarárið.

 

- Sum tað sær út nú, so verður Páll Fangi mannaður til Norðoyastevnuna, men tað verður tað. Fleiri av teimum, sum kundu verið við, arbeiða í Noreg ella sigla úti, so tað ber ikki til at manna bátin í heilt kappróðrarár. Men tað sær út til, at tað gongur á Norðoyastevnu, sigur Magnus Norðberg.