Norðlýsið skrivar, at 12. juli verður ein eyka tunnilsdagur.
Hetta kemst av, at Klaksvíkar Handilsfelag og P/F Norðoyatunnilin eru komin ásamt um avtalu, har Handilsfelagið hevur keypt tríggjar tímar við fríari ferðslu í tunlinum.
- Vit fingu ein fyrispurning frá Klaksvíkar Handilsfelag har tey ynsktu at rinda fyri ókeypis koyring í Norðoyatunnlinum. Vit hildu at hetta ljóðaði áhugavert og vildu gjarna gera eina roynd. Vit hava sett sum treyt at keyptir verða í minstalagið tríggir tímar.
-Hugskotið hjá Klaksvíkar Handilsfelag byggir á at gjaldstøðin í Norðoyatunnlinum bert krevur pening tá koyrt verður úr Klaksvík og tí kunnu fólk altíð koyra ókeypis til Klaksvíkar og leygarkvøldið 12. juli rindar Klaksvíkar Handilsfelag og Klaksvíkar Kommuna 26.000 kr. fyri at ókeypis verður at koyra úr Klaksvík millum kl. 18 og kl. 21, sigur Uni Danielsen, stjóri í Norðoyatunlinum, við Norðlýsið.
Hann sigur víðari, at talan er um eina royndarverkætlan, sum nú verður gjørd, og at tey eru spent upp á at vita, hvussu hetta fer at ávirka ferðsluna.
12. juli er eisini dagurin, tá Baðilandið í svimjihøllini í Klaksvík letur upp eftir at umvælingar eru framdar seinastu tíðina.










