Klaksvíkingar gjalda 3,5 milliónir meiri í skatti

Tað er neyðygt at hækka skattaprosentið, sigur borgarstjórin

Tað er neyðygt at hækka skattaprosentið, sigur borgarstjórin.

 

Næsta ár eru útlit til at skattaprosentið í Klaksvík fer upp. Meirilutin í býráðnum hevur lagt uppskot til fíggjarætlan fyri næsta ár, fyri býráðið og har sæst, at ætlanin er at hækka skattaprosentið 0,5 prosent, so at tað verður 22 prosent næsta ár.

 

Barnadrádrátturin er 4.500 krónur.

 

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sigur, at hetta gevur kommununi einar 3,5 milliónir meiri í inntøku.

 

Borgarstjórin sigur, at tað er mest fyri at fíggja tann nýggja stórskúlan, sum verður bygdur í Klaksvík, at neyðugt er at hækka skattaprosentið.

 

Skúlarnir báðir, Ósaskúlin og skúlin á Ziskatrøð, verða lagdir saman í ein skúla, og í hesum sambandi verður ein nýggjur, stórur skúlin bygdur á Ziskatrøð.

 

Talan er um eina verkætlan, sum kostar 100 milliónir, og sum tað tekur fýra ár at byggja.

 

Skattaprosentið í Klaksvík hevur verið skiftandi seinastu árini. Í 2010 hækkaði tað eitt hálvt prosent fyri at fíggja røktarheimið. Men í 2012 lækkaði skatturin aftur eitt hálvt prosent, og aftur í 2013 lækkaði tað 0,25 prosent.

 

Men næsta ár er so ætlanin at hækka tað aftur, og eftir ætlan fer tað at geva kommununi 161,5 milliónir krónur í inntøku av skatti.

 

Tað er tað sama, sum mett verður, at inntøkan verður í ár. Annars hevur kommunan sett 36 milliónir av til íløgur næsta ár. Nýggi skúlin á Ziskatrøð fer við bróðurpartinum, men tað er ikki endaliga ásett, hvat peningurin annars skal brúkast til.

 

Næsta ár fer kommunan at kosta 110 milliónir í rakstri, og tað eru góðar tvær milliónir meiri enn í ár.

 

- Meirkostnaðurin stendst í høvuðsheitum frá bussleiðini og lønarhækkingum, sigur borgarstjórin.

 

Ein partur stendst eisini av barnalættanum, býráðið samtykti í fjør, og sum verður meir útbygdur næsta ár. Tað er ein fýra ára ætlan í fleiri stigum, sum fer at gera tað munandi bíligari at hava børn í barnansing í Klaksvík.

 

Næsta ár skulu átta milliónir rindast aftur av skuldini, í ár eru sjey milliónir rindaðar av skuld.

 

Skuldin hjá kommununi er einar 147 milliónir, og tað er væl undir hámarkinum upp á eina álíkning.