Klaksvíkingar framvegis fremstir

Sandavágur tapti ímóti Klaksvík 2 og vann síðani 4-0 á Toftum

Tvey umfør í landskappingini í talvi hava verið í Klaksvík í dag, har øll seks liðini í bestu deildini telvaðu.

Størstu úrtøkuna í dag vann Havnin, og minstu úrtøkuna vann Toftir.

Úrslitini í 3. umfari: Toftir ­– Klaksvík 1 1 ½ - 2 ½, Sandavágur – Klaksvík 2 1-3 og Havnin- Vestmanna 3 ½ - ½.

Úrslitini í 4. umfari: Sandavágur – Toftir 4 – 0, Klaksvík 1 – Havnin 2 2 – 2 og Klaksvík 2 – Vestmanna 2 2 – 2.

Støðan eftir fýra umfør: Klaksvík 1 11 stig, Sandavágur og Havnin 10 stig, Klaksvík 2 6 ½ stig, Vestmanna 5 ½ stig og Toftir 5 stig.

Nú er steðgur í liðkappingini fram til sunnudagin 12. januar 2014, tá ið skráin sær soleiðis út: Toftir – Klaksvík 2, Havnin – Sandavágur og Vestmanna – Klaksvík 1.