Klaksvíkar býráð og Johan Dahl, landsstýrismaður í útlendingamálum, fara nú at samstarva um ein integratiónspolitikk.
Tað boðar Klaksvíkar býráð frá í morgun.
Í hesum sambandi eru Johan Dahl, og Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, eru samdir um at gera eitt felags upplegg til ein føroyskan integratiónspolitikk og eitt felags tilmæli um, hvørji átøk skulu setast í verk á hesum øki.
Úrslitið skal so vera til taks hjá øllum áhugaðum kommunum at brúka og seta í verk eftir tørvi og umstøðum.
Klaksvíkar býráð er farið undir arbeiðið at orða ein integratiónspolitikk og tað arbeiðið hava tey nú kunnað landsstýrismannin um
David Im, sum er fluttur til Klaksvíkar at búgva, og sum er verkætlanarleiðari hjá Klaksvíkar kommunu, hevur greitt landsstýrismannunum frá integratiónsarbeiðnum.
Ein partur av verkætlanini er at kanna og lýsa umstøðurnar, fortreytirnar og ynskini hjá tilflytarum og eisini tann partin hevur David Im kunnað landsstýrismannin um
Í fyrsta umfari tekur hendan felags verkætlanin ímillum Landið og Klaksvíkar støði í Klaksvíkar kommunu, sum svarar til eini 10 prosent av fólkatalilinum.
Men bæði borgarstjórin og landsstýrismaðurin eru samdir um, at endamálið er at geva øllum kommunum í landinum ein leist, og eitt amboð, at arbeiða útfrá fyri at skapa best møguligar karmar fyri, at tilflytarar kunnu integrerast, gerast virknir og skulu trívast væl í føroyska samfelagnum, sigur Klaksvíkar býráð
Á myndini eru tað David Im, vinstrumegin, Johan Dahl í miðjuni, og Jógvan Skorheim.